Jenis og Trine hava talgildan fund um radaran

Jenis og Trine hava talgildan fund um radaran
Korona gjørdi, at vitjanin hjá Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í Føroyum fyrr í hesum mánaðinum varð av ongum
Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hava fund í um ætlaða radaran á Sornfelli
 
18.01.2021 - 13:06

Klokkan 11:30 í morgin fara danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fund, har tey millum annað skulu umrøða málið um møguliga nýggjan radara á Sornfelli.

Ætlanin var, at Trine Bramsen skuldi koma til Føroya á kurteisisvitjan og hava fund við Jenis av Rana 3. januar. 

Men koronustøðan gjørdi, at hesin fundurin varð av ongum. Trine Bramsen hevur ikki vitjað í Føroyum, síðani hon gjørdist ráðharri.

Talgildur fundur

Fundurin í morgin verður talgildur, men tó ikki sum vanligur talgildur fundur. Mál av trygdarpolitiskum týdningi skulu umrøðast, og tað kann ikki gerast gjøgnum vanliga telefon ella netsamband.

Tí verður fundurin hildin í serligum trygdarrúmi hjá Arktisk Kommando, sum hevur serliga samskiftisútgerð. Arbeitt verður við at gera eitt slíkt rúm í Tinganesi, men tað er ikki liðugt enn.

Sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni, er tað Trine Bramsen, ið hevur biðið um fundin í morgin. Jenis av Rana sigur, at hann vil hava ítøkiligar upplýsingar um radaran á Sornfelli og støðuna í Arktis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010