100.000 færri ferðafólk við strandfaraskipunum

100.000 færri ferðafólk við strandfaraskipunum
Bygdaleiðir fluttu 180.000 færri ferðafólk í fjør enn árið fyri
Flestu ferðafólkini og akførini eru á Suðuroyarleiðini og Sandoyarleiðini
 
19.01.2021 - 11:15

Skipini hjá Strandferðsluni og Jósup fluttu fleiri enn 100.000 færri ferðafólk í fjør enn í 2019.

Og akførini vóru stívliga 30.000 færri.

Flestu ferðafólkini og flestu akførini eru á Suðuroyarleiðini og síðani kemur Sandoyarleiðin.

At færri útlendsk ferðafólk eru nú, sæst á Mykinesleiðini. Har vóru næstan 30.000 ferðafólk teir fimm mánaðirnar, siglt varð í 2019.

Í fjør vóru ferðafólkini 10.614 í seks mánaðir.

320.000 fólk við Bygdaleiðum

Bygdaleiðir høvdu knappliga 320.000 ferðafólk, 180.000 færri enn í 2019.

Tey flestu brúka leið 400, Tórshavn-Klaksvík.

Minsta leiðin er leið 442, Glyvrar, Æðuvík og Rituvík. Har vóru 458 ferðafólk í 2019 og 350 í fjør. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444