Forsetaskiftið bæði í útvarpi og sjónvarpi

Forsetaskiftið bæði í útvarpi og sjónvarpi
Eyka tíðindasending verður í sjónvarpinum, og Breddin í útvarpinum viðger burturav forsetaskiftið
Joe Biden og Kamala Harris verða tikin eið sum forseti og varaforseti í dag
 
20.01.2021 - 16:07

Nógv verður gjørt burturúr, bæði í útvarpi og sjónvarpi, at Joe Biden verður tikin í eið sum nýggjur amerikanskur forseti seinnapartin.

Samstundis verður Kamala Harris tikin í eið sum fyrsti kvinnuligi varaforseti í USA.

Eyka Dag og Vika

Í sjónvarpinnum verður eyka tíðindasending. 

Brynhild Thomsen, journalistur, og Páll Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingur, vera í sjónvarpsstovuni og gera viðmerkingar til hendingarnar og politisku støðuna í USA.

Dagur og Vika tosar eisini við René Eidesgaard, sum býr í Washington, og Regin Winther Poulsen, sum er á staðnum í Washington fyri Kringvarpið.

Dagur og Vika byrjar klokkan 16.25

Breddin

Breddin í útvarpinum byrjar klokkan 17, og hann viðger í dag burturav forsetaskiftið í USA.

Í sendingini vera m.a. Tóri Højgaard, sum fylgir væl við amerikanskum politikki, Sigmund Ísfeld, føroyskur sendimaður í Kina, Heini í Skorini, Ph.D í altjóða politikki, og Martin Breum, tíðindamaður, sum hevur serligan áhuga fyri arktiskum viðurskiftum.

Í Breddanum frætta vit eisini frá Regini Winther Poulsen í Washington. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860