Tunlarnir norður um Fjall einmælt samtyktir

Tunlarnir norður um Fjall einmælt samtyktir
Spakin til vegagerðina í sambandi við tunlarnar verður settur í 8. februar
Nú verða nýggju tunlarnir norður um Fjall veruleiki. Løgtingið hevur einmælt samtykt lógaruppskotið
 
26.01.2021 - 14:07

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani endaliga uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um tunlarnar norður um Fjall.

Uppskotið varð einmælt samtykt. 31 atkvøður vóru og eingin ímóti.

Játtanin í verklagslógini um tunlarnar norður um Fjall hækkar úr 252 milliónum krónum upp í 522 milliónir kr.

Vegagerðin í sambandi við tunlarnar er boðin út fyri seg, og ætlanin er at seta spakan í til vegagerðina 8. februar, upplýsti Jørgen Niclasen í tinginum í dag. Tvey tilboð komu upp á arbeiðið.

Trý byggisamtøk eru góðkend at bjóða upp á tunnilsgerðina, og 10. februar verður støða tikin til, hvør skal fáa arbeiðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576