Húsarhald og vinnulívið hava betri vónir

Húsarhald og vinnulívið hava betri vónir
Konjunkturbarometrið, sum var minus 16 í summar, er hækkað seinasta hálva árið
Bæði húsarhaldini og vinnulívið vænta nú betri fíggjarstøðu hjá sær sjálvum og búskaparstøðu komandi árið
 
04.02.2021 - 09:44

Í okkurt um trý ár fyri koronu var treystitalið í Føroyum í støðugari legu.

Men frá at vera 32 í januar í fjør, áðrenn korona kom, fór treystitalið heilt niður í minus 16 í juni í fjør. 

Nú, í januar í ár, er tað minus níggju. Tað er hækkað sjey stig seinasta hálva árið.

Bæði húsarhaldini og vinnulívið vænta nú betri fíggjarstøðu hjá sær sjálvum og búskaparstøðu hetta komandi árið.

Konjunkturbarometrið fyri januar, tað fyrra í ár, er almannakunngjørt.

Sí meira um konjunkturbarometrið her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391