Velja umboð í Bú- og heimatænastuna av nýggjum

Velja umboð í Bú- og heimatænastuna av nýggjum
Umhvørvis- og vinnumálaráðið sigur, at umboðini og varaumboðini skulu veljast eftir lutfalsvalháttinum
Tvøroyrar býráð skal velja sínar limir í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni av nýggjum, og tað skal vera eftir lutfalsvalháttinum, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið
 
04.02.2021 - 18:00

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í dag givið Tvøroyrar kommunu boð um at velja umboð og varaumboð í Bú- og heimatænastuna í Suðuroy av nýggjum, og ger vart við, at veljast skal sambært lutfalsvalháttinum, skrivar Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri á sínum Facebook-vanga.

Veljast skulu tveir fastir limir og tveir varalimir í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. 

Hilmar Høgenni, stjóri í Kommunala eftirlitinum, sigur, at valið skuldi fara fram sambært lutfalsvalháttinum. Tað vil siga, at minnilutin hevði rætt til at velja annan fasta limin, umframt ein varalim.

Borgarstjórin helt um siðvenju

Tað var á býráðsfundinum 4. januar, at veljast skuldu tveir fastir limir og tveir varalimir í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. 

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, tvíhelt um, at meirilutin í Tvøroyrar býráð skuldi velja báðar limirnar. 

Minnilutin, umboðini fyri Javnaðarflokkin, førdu fram, at minnilutin átti annan fasta limin og annan varalimin í Bú- og heimatænastuni.

Nakað av tvídrátti var um valið, og Kristin MIchelsen, borgarstjóri, helt fast við sítt, tí tað er siðvenja í Tvøroyrar býráð. 

Javnaðarflokkurin skrivar, at tey førdu fram, at tað er kommunustýrislógina, sum eitt býráð skal halda seg til, og ikki siðvenjur. 

Borgarstjórin var hvørki til at høgga ella stinga í og vildi hava, at atkvøðast skuldi. Minnilutin mótmælti, men til fánýtis.

Sendu málið til eftirlitið

Tí gjørdi minnilutin í Tvøroyrar býráð av at senda málið til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum hevur eftirlit við kommununum.

Niðurstøðan frá Umhvørvis- og vinnumálaráðinum kom í dag, og ráðið mælir til, at Tvøroyrar kommuna av nýggjum velur umboð og varumboð í stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy, og at veljast skal sambært lutfalsvalháttinum, skrivar Javnaðarflokkkurin í Tvøroyrar býráð á sínum Facebook-vanga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Hósdag 16. mai
RagnarRokk 16.mai 2024
174157
Nýggjastu sendingar í SV