Kala hevur metið, sum elsta kvinna í Føroyum

Kala hevur metið, sum elsta kvinna í Føroyum
Metið hjá Drikku á Fløtti, sum elsta kvinna í Føroyum, er nú tikið, og nýggja metið eigur Nikala Laurina Franciska Jensen, vanliga nevnd Kala
Myndin er tikin á 100 ára føðingardegnum hjá Nikalu Laurinu Francisku Jensen, nevnd Kala
Mynd: Doris Rasmussen  
 
05.02.2021 - 16:58

Kala er fødd 3. september 1915, og er 105 ára gomul. Hon er ættað av Glyvrum, men flutti til Sumbiar sum barn, og hevur meginpartin av lívinum búð í Sumba. Hon býr nú á ellisheiminum á Tvøroyri. Hon er sostatt í dag 105 ár, 5 mánaðir, og 2 dagar gomul.

Elsta konufólk, sum higartil hevur livað í Føroyum, er Drikka á Fløtti frá Gjógv. Drikka var fødd 2. juli 1875, og andaðist 23. november 1980. Drikka gjørdist 105 ár, 4 mánaðir og 3 vikur gomul, og hon hevur havt metið, sum elsta kvinna í Føroyum, í 40 ár.

Kala Jensen úr Sumba er elsta konufólk, sum nakrantíð hevur livað í Føroyum. 

Hjá monnum er tað Theodor Thomassen úr Sørvági, sum er elsti maður, og eisini elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum. Theodor varð føddur 28. oktober 1908 og hann andaðist 9. mars 2016, 107 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Týsdag 13. august
Musikkstevnan 2024 í Fuglafirði (2:2)
179157
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049