Meiri koppingarevni til landið í dag

bannari
Meiri koppingarevni til landið í dag
Í hesum umfari fáa vit 195 gløs, sum svara til 1.200-1.300 skamtar
Sjúkrahúsini fáa nú meiri koppingarevni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2021 - 11:48

Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús fáa meira koppingarevni í morgin, og mánadagin fær Suðuroyar sjúkrahús eisini fleiri skamtar.

Tað upplýsir Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sum hevur havt havt fund við danska Serumstovnin. Mikudagin var annars óvist, um Føroyar yvirhøvur fóru at fáa koppingarevni hesa vikuna, tí ivi var um góðskuna.

Nú er koppingarevnið kannað, og góðskan er í lagi, sigur landsapotekarin. Ein bakki við 195 hettugløsum frá heilivágsfyritøkuni Pfizer kemur til landið seinnapartin í dag. Í gløsunum eru tilsamans 1.200-1.300 skamtar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590