Øll flogførini tikin úr flúgving

Øll flogførini tikin úr flúgving
Eldur kom í ein motor á einum Boeing-777 flogfari, og tað noyddist at neyðlenda í Denver
Tá eldur kom í flogmotorin, máttu flogfarið neyðlenda í Denver
 
22.02.2021 - 13:09

Amerikanska flogfelagið, United Airlines, hevur boðað frá, at øll  24 Boeing-777 flogførini hjá felagnum eru tikin úr flúgving og sett.

Tað hendir, eftir at eldur kom í ein motor á einum flogfari av hesum slagnum um vikuskiftið.

Flogfarið neyðlendi í Denver. 231 ferðafólk vóru við flogfarinum umframt manningina, ið taldi 10 fólk. Flogfarið skuldi til Hawai, skrivar Ritzau.

Tætt við Denver funnu fólk stórar metallutir, sum vóru dotnir av motorinum á flogfarinum.

Flogmyndugleikin, Federal Aviation Administration, hevur nú sett krav um, at Boeing-777 flogførini, sum hava hesar motorarnar, verða kannað. 

Japan hevur eisini noktað flogførum av hesum slagnum at koma til landið. Umframt óhappið um vikuskiftið, hevði eitt flogfar av sama slag líknandi motortrupulleikar í desember.

Tað flogfarið mátti venda aftur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819