Øll flogførini framvegis sett

Øll flogførini framvegis sett
Flogfør í Japan, Suðurkorea og USA eru sett, eftir at eldur um vikuskiftið kom í ein motor í einum Boeing 777-flogfari
Eldur kom um vikuskiftið í tann eina motorin á hesum Boeing 777-flogfarinum, ið skuldi flúgva úr Denver til Hawaii
Mynd: AP  
 
23.02.2021 - 07:16

128 Boeing 777-flogfør við Pratt og Whitney motorum, eru fyribils sett, meðan kanningar verða gjørdar. Tað var eftir boðum frá flogverksmiðjuni, at flogførini eru sett.

Um vikuskiftið fekk eitt Boeing 777-flogfar trupulleikar,og mátti neyðlenda í Denver. Eldur var í øðrum motorinum, men neyðlendingin eydnaðist væl, og eingin fekk mein av hendingini.

Flogfelagið, United Airlkines, boðaði tá frá, at 24 av teimum flogførunum hjá felagnum verða sett, meðan kanningar verða gjørdar.

Nú hava flogfeløg í Suðurkorea og í Japan valt at gera tað sama, skrivar Ritzau. 69 av flogførunum sum nú verða sett, vóru í nýtslu, meðan 59 ikki verða nýtt í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390