Føroyar fáa ikki fullgildan limaskap

Føroyar fáa ikki fullgildan limaskap
Grundlógin og Helsingfors-sáttmálin forða fyri, at vit kunnu fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur danska stjórnin
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur fingið svar upp á fyrispurning um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum
 
23.02.2021 - 11:06

Enn einaferð hevur danska stjórnin staðfest, at bæði grundlógin og Helsingfors-sáttmálin forða fyri, at Føroyar fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Flemming Møller Mortensen, danski ráðharrin í norðurlandamálum, hevur svarað spurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, um føroyska limaskapin í Norðurlandaráðnum.

Tað einasta, ráðharrin kann lova, er at styrka lutin hjá Føroyum í Norðurlandaráðnum.

Men tað verður innan fyri karmarnar, sum grundlógin og Helsingfors-sáttmálin seta.

Sjálvstýrandi øki síðani 1970

Helsingfors-sáttmálin er samstarvssáttmálin, sum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki gjørdu í 1962.

Føroyar hava síðani 1970 verið limur í Norðurlandaráðnum, men sum sjálvstýrandi øki.  

Løgtingið hevur oftari enn einaferð samtykt, at Føroyar eiga at søkja um fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595