Virdu ikki tilmælini: Fóru beint í býin

bannari
Virdu ikki tilmælini: Fóru beint í býin
Nøkur ung fólk, sum komu við flogfarinum fríggjadagin, hildu seg ikki heima, sum myndugleikarnir mæla til, men fóru beina leið í býin
 
28.02.2021 - 08:42

Fimm ung fólk, sum komu við flogfari til Føroya fríggjadagin, virdu ikki almennu koronutilmælini um at halda seg inni í fleiri dagar, men fóru beint í býin um vikuskiftið.

Løgreglan tók í nátt tann eina unga mannin, sum sjálvur fimti var komin við flogfarinum fríggjadagin, upp í býnum, tí hann lá avdottin í býnum í høvuðsstaðnum.

Kunnu "bara" tosa við fólkini

Maðurin varð koyrdur á hotellið, har tey ungu fólkini búgva, nú tey ferðast her í landinum, sigur vakthavandi á politistøðini við útvarpið í morgun.

Av tí at talan "bara" er um tilmæli, kundi løgreglan ikki gera annað enn at tosa við ungu fólkini um at virða almennu tilmælini, sigur vakthavandi.

Fríggjadagin kunngjørdu heilsumyndugleikarnir annars, at Føroyar nú aftur vóru koronufríar - fyrstu ferð síðani 3. juli í fjør summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025