ES og USA revsa russar eftir eitursmál

ES og USA revsa russar eftir eitursmál
Nú verða fleiri embætisfólk úr Russlandi revsað í kjalarvørrinum á málinum um andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj, sum varð eitraður í fjør
Aleksej Navalnyj varð handtikin í einari floghavn í Moskva, tá hann kom aftur til Russland í januar
 
04.03.2021 - 05:03

Evropasamveldið gjørdi longu mánadagin í síðstu viku greitt, at ein semja varð gjørd um, hvussu Russland skuldi revsast.

USA gjørdi í gjár, mikudagin, tað sama. Tað siga leiðandi embætisfólk í Hvítu húsunum í Washington, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Revsitiltøkini hjá ES raka fýra russar. Teirra millum Aleksander Bastrykin, sum stendur á odda fyri eina kanningarnevnd, sum vísir beinleiðis til russiska forsetan, Vladimir Putin.

Revsað eftir nýggjari fyriskipan

USA hevur eisini sett revsitiltøk í verk, men landið vil ikki út við nøvnunum hjá teimum sjey fólkunum, sum verða revsað í málinum.

Tveir serfrøðingar hjá ST komu fyrradagin til ta niðurstøðu, at tað vóru russar, sum eitraðu andstøðuleiðaran, og at nervaeitrið novitjok varð brúkt fyri loypa ótta á fólk.

Revsitiltøkini hjá ES eru sett í verk eftir einari nýggjari fyriskipan, sum kom í gildi í desember í fjør, og hetta er fyrstu ferð, nýggja fyriskipanin verður brúkt.

Inn at sita í hálvttriðja ár

Nýggja skipanin gevur ES møguleika at revsa einstøk fólk, um tey eitt nú hava framt brotsverk móti mannaættini.

Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, varð eitraður í august í fjør, og hann kom aftur til Russland í januar.

Navalnyj varð tíðliga í februar fongslaður, tá ein dómstólur broytti ein treytaðan dóm til trý og eitt hálvt ára fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133