Leiguveltur á Tvøroyri

Leiguveltur á Tvøroyri
Fólk í Tvøroyrar kommunu kunnu nú leiga sær eina veltu
 
07.03.2021 - 10:17

Tvøroyrar kommuna bjóðar nú fólki at leiga sær eina veltu fyri 100 krónur, boðar kommunan frá á heimasíðuni. Í fyrstu atløgu bjóðar kommunan 12 veltur á tveimum grundstykkjum undir Heygnum.

Ætlanin hjá kommununi er, at borgarar skulu hava møguleika at velta eitthvørt til matna á økinum. Og tað, at velturnar liggja lið um lið, ger, at fólk kunnu hittast, samstundis sum okkurt áhugavert fæst burturúr, sigur kommunan á heimasíðuni.

Velturnar verða uppmerktar og á leið eins stórar. Kommunan syrgir fyri uppmerkingini, meðan leigarin sjálvur tekur sær av at velta, lúka og annað líknandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342