Stór ósemja um grágásina

Stór ósemja um grágásina
Áhugafeløgini í Føroyum eru ósamd um loyvi skal verða at skjóta grágás í landinum
 
07.03.2021 - 19:40

Stór ósemja er millum áhugafeløgini, sum eru hoyringarspartar í uppskotinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at játta loyvi at skjóta grágás.

Loyvið er farið úr gildi og neyðugt er við lógarheimild fyri at loyvi aftur kann latast. Bóndafelagið tekur undir við uppskotinum, men mælir til, at grágás verður víðkað við loyvi til at skjóta villgás.

Føroya fuglafrøðifelag mælir staðiliga ímóti, at loyvi verður at skjóta grágás. Felagið heldur, at vit hava alt ov lítla vitan til, at loyvt verður at skjóta grágás. Tað er nevniliga vitan um grágrásastovnin, sum manglar.

Stovnskanningar ikki gjørdar enn

Loyvið, at skjóta grágás, varð givið í 2013 og endurnýggjað í 2016. Tá skuldi stovnskanningar av grágásini gerast, men av ókendum orsøkum eru hesar ikki gjørdar enn.

Mett varð, at ein álítandi kanning av grágásastovninum fór at taka umleið fimm ár, og tískil skuldi hon verið tøk nú, men so er ikki. Havstovan er eisini hoyringspartur, og vísir á, at tað ikki kann prógvast, at landbúnaðurin hevur miss av grágásini uttan stovnsmetingar.

Búnaðarstovan hevur talt, hvussu nógvar gæs eru skotnar. Í 2014 vórðu 47 gæs skotnar, í 2015 vórðu 266 gæs skotnar, í 2016 vórðu 217 gæs skotnar og líka síðani hevur talið ligið um 30 - 40 skotnar grágæs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444