Katalanar missa órinið í ES-tinginum

Katalanar missa órinið í ES-tinginum
Millum teirra, ið missa órinið, er Carles Puigdemont, sum er skuldsettur fyri landasvik
ES-tingið hevur samtykt at taka politiska órinið frá Carles Puigdemont, sum býr í útlegd í Belgia
 
09.03.2021 - 09:52

ES-tingið hevur samtykt at taka politiska órinið frá trimum katalanskum tinglimum.

Talan er um katalanska leiðaran, Carles Puigdemont, og tveir aðrar tinglimir, skrivar AP.

Atkvøðugreiðslan var í gjárkvøldið, og úrslitið varð almannakunngjørt í morgun.

Býr í Belgia

Myndugleikarnir í Spania hava boðað frá, at landið áhaldandi fer at arbeiða fyri, at Puigdemont skal handtakast og latast Spania. Hann býr í løtuni í útlegd í Belgia.

Puigdemont er skuldsettur fyri landasvik, tá hann í 2017 skipaði fyri einari ólógligari fólkaatkvøðu um, at Katalonia skuldi loysa frá Spania, og misbrúk av almennum pengum.

Líknandi skuldsetingar eru reistar ímóti tveimum øðum tinglimum, Antoni Comin og Claru Ponsati.

Tað verður dómsvaldið í Belgia, sum ger av, um tey trý skulu takast og útflýggjast Spania.

Higartil hevur belgiska dómsvaldið ikki vilja gingið spanska kravinum á møti. Grundgevingin hevur verið, at tey hava politiskt órin, og tí ikki kunnu sendast av landinum.

Varðveita heitið

Hóast politiska órinið er tikið frá teimum trimum tinglimunum, so varðveita tey heitið sum limir í ES tinginum.

Fleiri aðrir katalanskir leiðarar eru dømdir í Spania, síðani fólkaatkvøðan var, harðasti dómurin higartil er 13 ára fongsulsrevsing.

Spanska stjórnin sigur seg vera væl nøgda við avgerðina hjá ES-tinginum.

Spanski uttanríkisráðharrin, Arancha Gonzales Laya, sigur, at avgerðin hjá ES tinginum er eitt tekin um, at Spania sjálvt skal taka sær av viðurskiftunum í Katalonia og Ikki ES, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444