Fjórða hvør kvinna ger íløgur

Fjórða hvør kvinna ger íløgur
Kvinnur tjena minni, men hava kortini líka stóran áhuga fyri fíggjarviðurskiftum sum menn, vísir kanning
BankNordik hevur latið gera kanning um kyn og fíggjarviðurskifti
 
10.03.2021 - 08:56

Fjórða hvør kvinna ger íløgur. Spyr hevur gjørt eina kanning fyri BankNordik um kyn og fíggjarviðurskifti. 75 prosent av kvinnunum siga seg ikki gera íløgur.

Fleiri menn enn kvinnur brúka pengar til íløgur. 61 prosent av spurdu monnunum siga seg ikki gera íløgur. Eisini fleiri kvinnur enn menn siga seg einki innlit hava í síni egnu pensjónsviðurskifti.

Kvinnur tjena minni

Annars sigur kanningin, at á leið líka nógvar kvinnur sum menn hava innlit í og áhuga fyri sínum fíggjarviðurskiftum. 

Kvinnur eru verri fyri fíggjarliga, tí tøl hjá Hagstovuni vísa, at miðal inntøkan hjá kvinnum er 25.500 krónur um mánaðin.

Hjá monnum er hon 38.000 krónur. Og pensjónssamansparingin hjá monnum 30 prosent størri enn hjá kvinnum.

Makin størstu inntøkuna

Kanningin, sum Spyr gjørdi fyri BankNordik, sigur eisini, at 43 prosent av spurdu kvinnunum svaraðu, at maki teirra hevur størstu inntøkuna í húsarhaldinum. Bara 16 prosent av monnunum svaraðu tað sama.

Spurt varð eisini um barnsburðarfarloyvi. 28 prosent tosaðu um fíggjarligu avleiðingarnar, sum barnsburðarfarloyvi hevur.

Men heili 94 prosent søgdu seg einki hava gjørt við fíggjarligu avleiðingarnar fyri tann, sum fór í barnsburðarfarloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097