Fólkatalið farið upp um 53.000

Fólkatalið farið upp um 53.000
Tað er vaksið 798 fólk síðani 1. februar í fjør
Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið 338 fólk seinasta árið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2021 - 10:08

Fólkatalið er nú farið upp um 53.000.

1. februar var fólkatalið í Føroyum 53.022, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tað er vaksið 798 fólk, ella 1,5 prosent, síðani 1. februar í fjør. 

Hetta er eitt vet minni enn undanfarna 12 mánaða skeið, tá vøksturin var 877 fólk, ella 1,7 prosent. 

Størri burðaravlop

Hagstovan sigur, at nettotilflytingin er minkað 131 fólk seinasta árið, men hinvegin var burðaravlopið 52 fólk fleiri.

Størsti vøksturin var í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar, Runavíkar, Eysturkommunu, Nes, Tvøroyrar og Vágs kommunu. 

Fólkavøkstur hevur eisini verið í Suðuroynni og Sandoynni seinasta árið, men vøksturin í Vágum er steðgaður. 

Meira fæst at vita um fólkatalið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234