Sunda kommuna bjóðar lestrarhøli

Sunda kommuna bjóðar lestrarhøli
Í fyrsta umfari ætlar kommunan at bjóða fólki lestrarhøli beint eftir páskir og til summarfrítíðina
 
18.03.2021 - 10:52

Sunda kommuna ætlar nú at bjóða lesandi á hægri lærustovnum lestrarhøli í kommununi.

Í fyrsta umfari ætlar kommunan at bjóða fólki lestrarhøli beint eftir páskir og til summarfrítíðina.

Kommunan fer nú at kanna, um fólk, sum ganga á hægri lærustovnum, hava tørv á lestrarhøli, áðrenn farið verður at finna hóskandi høli.

Hugsað verður serliga um tey, sum eru heimalesandi, skulu skriva uppgávu, ella fyrireika seg til próvtøku, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444