Kvinna varðhaldsfongslað í rúsevnismálinum

Kvinna varðhaldsfongslað í rúsevnismálinum
Politiið fann góð tvey kilo av rúsevnum í januar
Kvinnan, sum er yngri enn 20 ár, er varðhaldsfongslað í fýra vikur, til 13.apríl
 
19.03.2021 - 11:26

Politiið tók mánadagin eina unga kvinnu í sambandi við stóra rúsevnismálið, sum byrjaði í januar.

Kvinnan, sum er yngri enn 20 ár, varð í grundlógaravhoyring týsdagin varðhaldsfongslað í fýra vikur, til 13.apríl.

Politiið fann góð tvey kilo av rúsevnum í januar.

Talan er um eitt kilo av amfetamini, 700 gramm av MDMA,  180 gramm av kokaini og 400 gramm av hassji.

Seinni í januar fann politiið 67 gramm av amfetamini, fimm gramm av ketamini og nógvar aðrar tablettir hjá einum øðrum manni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454