Torkil V. Rasmussen nýggjur deildarstjóri

Torkil V. Rasmussen nýggjur deildarstjóri
Tekur við starvinum sum deildarstjóri á Mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum 1. mai
Torkil V. Rasmussen verður nýggjur leiðari á Mentamáladeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
 
19.03.2021 - 10:50

Torkil Vestergaard Rasmussen er settur sum deildarstjóri á Mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hann tekur við eftir Martin Næs, sum gavst fyri aldur í fjør.

Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikk-fyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi á mentanarøkinum, sum fevnir um mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.

Torkil V. Rasmussen er 37 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur í 2012 frá Københavns Universitet, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.

Hann hevur átta ára royndir sum fulltrúi í Landsfyrisitingini, harav fimm ár í Mentamálaráðnum, har hann m.a. hevur arbeitt við løgfrøði á mentanarøkinum og sum ráðgevi hjá leiðsluni. 

Hann hevur servitan um upphavsrætt, ið er av stórum týdningi fyri mentanarvirksemi, sigur Mentamálaráðið.

Torkil V. Rasmussen hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum og skrivað greinar í viðurkendum løgfrøðiligum tíðarritum.

Torkil V. Rasmussen tekur við starvinum tann 1. mai 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537