Danmark: Uttandura páskagudstænastur

bannari
Danmark: Uttandura páskagudstænastur
Donsku kirkjudyrnar lata ikki upp fyri stóru kristnu høgtíðina
Bredsten kirke
 
21.03.2021 - 10:39

Gudstænasturnar, sum verða í Danmark á páskum, verða hildnar uttandura. Tað skrivar Kristiliga Dagblaðið.

Frá mánadegnum kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast úti, og danska fólkakirkjan ætlar nú at brúka høvið til kirkjuligar tænastur.

Seinastu dagarnar hevur trýst verið á politisku skipanini, tí fólk vildu hava boð um, hvussu verður við gudstænastunum á páskum.

Politiskur meiriluti fyri avgerðini

Fríggjadagin kom so loksins svarið frá donsku stjórnini, ið sigur, at koronutilmælini verða linkað eitt sindur.

Loyvið verður givið til, at 50 fólk kunnu savnast úti á páskum. Politiskur meiriluti er fyri avgerðini hjá stjórnini, sigur forsætisráðið í tíðindaskrivi.

Danska fólkakirkjan stendur fast við avgerðina um, at gudstænasturnar í kirkjunum skulu vera styttri enn hálvan tíma, og at kirkjufólkið ikki skal syngja, tí tá økist smittuvandin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216