Meinhard tryggjaði eina stigið við fyrsta málinum

Meinhard tryggjaði eina stigið við fyrsta málinum
Innskifti Meinhard Olsen tryggjaði Føroyum eina stigið, tá hann javnaði móti Moldova við sínum fyrsta málið á føroyska landsliðnum
Meinhard Olsen skeyt sítt fyrsta mál og bjargaði Føroyum eitt stig í Moldova
 
25.03.2021 - 19:44

Við sínum fyrsta máli á føroyska landsliðnum bjargaði Meinhard Olsen Føroyum annað stigið ímóti Moldova í fyrsta HM-undankappingardystinum í hesum umfarinum.

Runavíkingurin kom inn fyri Jóan Símun Edmundsson 78. minutti, og sjey minuttir seinni javnaði hann, tá hann skeyt úr stuttari frástøðu umvegis eitt verjubein og uppum moldavska málverjan.

Góvu moldavum mál

Føroyar byrjaðu væl, men ótryggleikin vísti seg tíðliga í føroysku verjuni. 

Fyrst var Odmar Færø heppin, tá hann mundi mist bóltin í vandamiklari støðu, men lítla løtu seinni var Sonni Ragnar Nattestad ikki eins heppin.

Dundalk FC-verjuspælarin royndi at leggja bóltin aftur til Gunnar Nielsen, men ov stutt og Ion Nicolaescu kundi snýta Odmar Færø og senda bóltin framvið føroyska málverjanum.

Føroyska liðið royndi at svara aftur, og nakrar ferðir varð hálvvandamikið eftir deyðbóltar, og Brandur Hendriksson Olsen royndi seg við langskoti.

Tað gjørdist ilt verri stutt undan steðginum, tá Odmar Færø mátti av vølli við skaða. Inn fyri hann kom liðfelagin úr KÍ, Heini Vatnsdal.

Góð byrjan eftir steðgin

Eins og í fyrra hálvleiki byrjaðu Føroyar væl. Munurin var bara, at hesa ferð eydnaðist betur at varðveita trýsti á moldavar. 

Tað eydnaðist eisini at skapa einstakar kjansir - ein var risastórur. Eftir gott álop og innlegg úr høgru endaði bólturin hjá Jóan Símuni Edmundsson inni í málteiginum, men moldavar bjargaðu á strikuni.

Eisini vunnu Føroyar fleiri fríspørk kring brotsteigin, men Brandur Hendriksson Olsen rakti múrin meir enn eina ferð.

Sum hálvleikurin leið, linkaði føroyska trýstið, og moldavar nærkaðust. Heilt nær komu teir, tá teir raktu stongina við einum frálíkum skoti úr høgru.

Tá smáir tíggju minuttir vóru eftir eydnaðist loksins at umseta yvirtakið til mál. Brandur Hendriksson Olsen fekk pláss mitt á mótstøðuhálvuni, og fann innskifta Meinhard Olsen vinstru megin inni í brotsteiginum. 

Meinhard Olsen dróg stutt og knapt til høgru og skeyt, og bólturin fór uppum moldavska málverjan umvegis eitt verjubein.

Føroyingarnir løgdu seg longur aftur, meðan Moldova gjørdi eina roynd at skjóta sigursmálið. Tað eydnaðist ikki, og eina stigið var kærkomin byrjan fyri Meinhard Olsen og liðfelagarnir í hvítum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887