Dómur fellur í pedofilimáli í morgin

Dómur fellur í pedofilimáli í morgin
Ákæruvaldið krevur, at ein 42 ára gamal maður verður dømdur til forvaring, og í øðrum lagi dømdur fongsulsrevsing í átta ár
 
29.03.2021 - 13:44

Ein 42 ára gamal maður er til vanda fyri lív og heilsu hjá fólki. Tí krevur ákæruvaldið, at hann verður dømdur til forvaring, og ikki verður latin leysur aftur, fyrr enn greitt er, at hann ikki kann gera seg inn á fólk.

Og í øðrum lagi eigur ákærdi maðurin at verða dømdur fongsulsrevsing í átta ár. Verjin hjá manninum heldur, at ein hóskandi revsing er tvey og eitt hálvt til trý ár.

Ákærdi ynskti dómsfólk heldur enn nevningar

Ákæruvaldið og verjin rundaðu fyrrapartin rættarmálið ímóti manninum av, sum hevur vart í seks dagar.

Eftir nýggju revsilógini, sum kom í gildi á nýggjárinum, er ikki longur krav, at nevningar skulu tilnevnast. Tað hevur annars verið vanligt, um kravið um fongsulsrevsing var hægri enn fýra ár.

Nú er nóg mikið við tveimum dómsfólkum, sum saman við dómaranum skulu døma í málinum. Tvey dómsfólk vórðu tilnevnd, og tey sótu undir liðini á dómaranum í rættinum. Ákærdi maðurin ynskti sjálvur dómsfólk, heldur enn nevningar.

Maðurin ákærdur í 11 málum

Tá rættarfundurin byrjaði fyri einari viku síðani, játtaði hann seg sekan ella partvís sekan í níggju av teimum 11 ákærunum. Tær báðar, har hann noktar seg sekan, eru frá 2015, og skulu sambært ákæraranum vera farnar fram í Danmark.

Tær báðar ákærurnar eru um blúnisbrot og neyðtøku ella annað kynsligt samband við eitt barn yngri enn 15 ár. Í hinum níggju málunum játtaði tann ákærdi seg sekan ella partvís sekan.

Maðurin er millum annað ákærdur fyri kynsliga at hava misnýtt ein ungan drong, ið var yngri enn 15 ár, tá ið misnýtslan byrjaði. Misnýtslan er farin fram í umleið hálvt triðja ár, frá 2017 til í desember í 2019, tá ið maðurin varð tikin.

Ákærdur eftir fleiri ásetingum í revsilógini um neyðtøku

Talan er bæði um neyðtøku og annað kynsligt samband meiri enn 50 ferðir. Maðurin er ákærdur eftir fleiri ásetingum í revsilógini um neyðtøku.

Av tí at brotsgerðirnar sambært ákæruritinum byrjaðu, tá ið drongurin var yngri enn 15 ár, er maðurin eisini ákærdur eftir strangastu áseting í revsilógini, sum snýr seg um kynsliga misnýtslu av børnum, og har talan er um, at gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum, sambært ákæruritinum. 

42 ára gamli maðurin er eisini ákærdur fyri at hava upptøkur av barnaporno í varðveitslu, at hava keypt rúsdrekka til børn undir 18 ár, og at hava havt tjóvagóðs um hendi. Dómur fellur í málinum klokkan 10 fyrrapartin í morgin, boðaði dómarin frá, tá rættarfundurin endaði um middagsleitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097