Krossurin á Høganesi verður av ongum

Krossurin á Høganesi verður av ongum
Listaverkið var ein marglittur glaskrossur, sum eftir ætlan skuldi vera um 17 metur høgur
 
08.04.2021 - 16:53

Ætlanin um listaverk á Høganesi er slept. Tað boðar Nes kommuna frá á heimasíðu síni, eftir at stigtakarar og listafólkið um høgtíðina hava viðgjørt støðuna. Kunningarfundur hevur verið um ætlanina “til gleði fyri øll”, og fólk hava havt møguleika at sagt sína hugsan um ætlanina.

Nes kommuna ásannar, at ætlanin ikki er til gleði fyri øll, og at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini. Tí hava stigtakarar og listafólkið tikið avgerð um at sleppa ætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444