- Tíðindi, mentan og ítróttur
VÍF vann føroyameistaraheitið í Hoyvík
VÍF er føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2016 eftir sigur á H71 í fjórðu FM-finaluni, sum var spæld í Hoyvík í kvøld.
Tað var í roynd og veru ein góð løta fyri VÍF í seinna hálvleiki, sum gjørdi, at steypið skuldi norður til Vestmanna. H71 hevði vunnið seg tvey mál framum.
Men uppá eina lítla løtu vendi VÍF øllum og fekk eina fimm máls leiðslu, og hoyvíkingarnir, sum vunnu FM í 2017, 2018 og 2019, komu ongantíð veruliga afturíaftur.
Javnur fyrri hálvleikur
Tað bar illa til at taka dagar ímillum liðini í einum góðum og jøvnum fyrra hálvleiki.Tey skiftust um at skjóta mál, men tað vóru hoyvíkingar, sum fóru til hálvleiks við eini teprari leiðslu.
Hesa leiðsluna høvdu teir eisini eina løtu í seinna hálvleiki, til gongdin vendi, og VÍF fór undan og um sýn.
Niðurteljing til avgerðina
Síðstu 10 minuttirnir tóktust verða ein niðurteljing til endaligu staðfestingina av, at VÍF hevur verið besta lið í Burn-deildini í ár. Leiðslan varð útbygd til 10 mál, og loksins kundu stór og smá, gul og blá, fegnast um sítt 24. føroyameistaraheiti.
H71-VÍF (Hoyvíkshøllin)
24-34 (14-13)