527 hava ikki goldið vegskatt

527 hava ikki goldið vegskatt
Løgreglan fer nú at taka nummarspjøldrini av hjá teimum, sum ikki hava goldið vegskatt fyrra hálvár
Vegskatturin verður goldin frammanundan, og tær 527 eftirstøðurnar eru fyri vegskatt fyrra hálvaár í ár
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
22.04.2021 - 12:56

Akstovan hevur í dag latið løgregluni 527 mál um vegskattaeftirstøður. Vegskatturin verður goldin frammanundan, og tær 527 eftirstøðurnar eru fyri vegskatt fyrra hálvaár í ár, og sum skal rindast fyri 1. januar. 

Løgreglan fer at taka nummarspjøldrini av akførum, sum ikki enn hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár, skrivar Akstovan.

Men áðrenn tað er komið so langt, hava bileigararnir fingið tvey áminningarskriv um eftirstøðu frá Akstovuni. Kann eigarin ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur løgreglan nummarspjøldrini av akfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026