Umleið 15.000 fólk koppsett

bannari
Umleið 15.000 fólk koppsett
5.200 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett
Umleið 10 prosent av fólkatalinum eru liðugt koppsett fyri koronu
 
22.04.2021 - 14:32

Nú eru tilsamans 14.934 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 9.641 fólk hava fingið fyrra prikið, sum eru 18,2 prosent av fólkatalinum.

5.193 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett. Tað eru 9,8 prosent av fólkatalinum, vísa tøl hjá korona.fo

Í gjár vóru 224 fólk koppsett. 89 fingu fyrra prikið, og 135 fingu seinna prikið. Tvey fólk eru smittað av koronu í løtuni.

Í gjár vórðu 329 kanningar gjørdar, og eingin tilburður varð staðfestur. Nú eru meira enn 250.000 kanningar gjørdar fyri koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659