RFF: Skaðakanningar fremsta málið

RFF: Skaðakanningar fremsta málið
Ferðsluvanlukkur skulu kannast fyri at finna orsøkina til tær
Í fjør skrásetti politiið 36 ferðsluóhapp við fólkaskaða
Mynd: Savnsmynd  
 
29.04.2021 - 09:45

Skaðakanningar eru fremsta málið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd nú.

Hetta er eisini millum fremstu tilmælini í Ferðslutrygdarætlanini fyri 2019-2027.

Ferðsluvanlukkur skulu kannast fyri at finna orsøkina til tær.

Hagtøl

Eitt annað tilmæli er at gera skipað hagtøl um ferðsluóhapp.

Endamálið er at 30 prosent færri ferðsluóhapp við fólkaskaða skulu vera í 2027. Tey skulu tá í mesta lagi vera 21.

Øll grannalondini hjá Føroyum hava skaðakanningar, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.

Ætlanin er eisini at kanna árliga, um fólk brúka trygdarbelti, og betra førleikan at súkkla við súkkluvenjingarbreytum.

Eingin doyði í fjør

Í fjør doyði eingin í ferðsluni í Føroyum. Seinast, tað hendi, var í 2018, og næstseinast var í 1967. 

Í fjør skrásetti politiið 36 ferðsluóhapp við fólkaskaða.

Í seks førum vóru rúsdrekka ella rúsdrekka og heilivágur við í óhappinum. 


  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV