Arbeiðsloysið framvegis størst í Suðuroy

Arbeiðsloysið framvegis størst í Suðuroy
Tað eru fleiri fulltíðararbeiðsleys sunnast í Føroyum enn norðast
 
30.04.2021 - 15:59

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis størst í Suðuroy, har arbeiðsloysið í februar var 2,6 prosent, sum er nakað meira enn aðrastaðni í landinum.

Í februar var samlaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum 1,6 prosent, ið svarar til 470 fólk, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Næststørsta arbeiðsloysið var í Norðurstreymoy, har tað vóru 2,0 prosent arbeiðsleys. Hinvegin var minsta arbeiðsloysið Norðuroyggjum, har tað vóru 1,0 prosent fulltíðararbeiðsleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026