India sett nýtt keðiligt met

India sett nýtt keðiligt met
Fleiri enn 400.000 fólk í India eru skráett at vera smittað at koronu seinasta samdøgrið - tað er nýtt met
 
01.05.2021 - 18:24

Við 401.993 smittaðum fólkum seinasta samdøgrið, hevur India sett nýtt met. Tað er ikki bara hægsta talið av smittaðum í einum samdøgri í India. Tað er eisini hægsta talið í øllum londum í heiminum.

Samstundis eru 3.523 fólk deyð við koronu í India seinasta samdøgrið, skrivar Reuters.

India er eisini rakt av ólukkum. 18 fólk doyðu, tá ið eldur kom í eitt sjúkrahús, har bara covid-19 sjúklingar lógu. Herfyri doyðu 12 fólk á einum øðrum sjúkrarhúsi, eisini eftir at eldur kom í, og á einum triðja sjúkrahúsi var einki ilt eftir, og har doyðu 23 fólk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211