Fjórði hvør við koronusmittu er 20-29 ár

bannari
Fjórði hvør við koronusmittu er 20-29 ár
Av teimum smittaðu eru 51 prosent menn og 49 prosent kvinnur
 
05.05.2021 - 14:24

Fjórða hvørt fólk í Føroyum, sum hevur fingið staðfest koronusmittuna, er í aldursbólkinum 20 - 29 ár. Tað vísir ein nágreining av teimum 601 smittutilburðunum, sum eru staðfestir í Føroyum síðani fyrsta tilburðin.

Størsti einstaki smittubólkurin eru tey 20 - 29 ára gomlu, har prosentbýtið er 24,1 prosent. Tann næststørsti smittubólkurin eru tey 40 - 49 ára gomlu, har prosentbýtið er 15,3 prosent.

Heldur fleiri menn enn kvinnur hava fingið staðfest koronusmittu í Føroyum; 51,1 prosent menn og 49,9 prosent kvinnur. Útlendsku sjófólkini, sum hava fingið staðfest koronusmittu í Føroyum, eru ikki tald við í yvirlitinum hjá landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026