Hvalbiartunnil: Her er skráin

Hvalbiartunnil: Her er skráin
Í dag verður hátíðarhildið, at Hvalbiartunnilin verður tikin alment í nýtslu. Her er skráin fyri dagin
Leivur Nygaard
 
08.05.2021 - 09:25

Stórur dagur í Hvalba í dag. Tað er í dag, at tunnilin verður tikin alment í nýtslu.

Dagurin byrjar við Roynhøllina í Hvalba, har boðið verður til morgunmat við rundstykkjum og køku. Eisini verður okkurt søtt til børnini, umframt at hoppiborgir vera á økinum.

Síðani verður farið til tunnilsmunnan, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, bera fram røðu.

Niðanfyri sæst øll skráin fyri dagin. 

Kringvarpið hevur fólk á staðnum. 

 

 

Skráin fyri almenna hátíðarhaldið:

Kl. 09:00                     

Leigubussar koyra frá Drelnesi til Roynhøllina í Hvalba.

Kl. 09:00 – 11:00         

Morgunmatur við Roynhøllina í Hvalba. Bussar koyra frá Roynhøllini til tunnilin.

Kl. 11:30 – 12:00         

Røður og horntónleikur við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.

Kl. 12:00                    

Allon og Betta koyra ígjøgnum tunnilin.

Rennarar og fólk til gongu fara ígjøgnum tunnilin.

Bussar koyra gongufólk frá viðarlundini í Trongisvági til Hvalbiar

Kl. 12:30                      

Ellisakfør og motorsúkklur koyra ígjøgnum tunnilin.

Kl. 13:00                     

Tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115