Føroyar við í kongsligum stuðulsveitingum

Føroyar við í kongsligum stuðulsveitingum
Føroyar eru beinleiðis við, nú Kronprins Frederiks og Kronprinsesse Marys Fond hevur givið 13 verkætlanum stuðul
Ein framsýning við málningum hjá Mikinesi Kerteminde hevur fingið kongsligan stuðul.
 
09.05.2021 - 09:29

Føroyar eru beinleiðis við, nú Kronprins Frederiks og Kronprinsesse Marys Fond hevur givið 13 verkætlanum stuðul, tilsamans tvær milliónir og 280.000 krónur.

Arktiski stovnurin hevur fingið 100.000 kr. til at talgilda skjalagoymslur í Danmark, Føroyum og Grønlandi, sum hava skjøl um Grønland.

Grunnurin hjá krúnprinsinum og krúnprinsessuni hevur givið Johannes Larsen savninum í Kerteminde 50.000 til framsýningina
”Færøske billeder - Samuel Joensen-Mikines.”

Annars leggur grunnurin hesaferð serligan dent á verkætlanir, sum stimbra trivnaðin og útbúgvingina hjá børnum og ungum í hesum koronatíðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444