Føroyingar liva longur

Føroyingar liva longur
Vit liva í miðal 6,7 ár longur enn fyri 30 árum síðani
Í 1989 var miðal livialdurin hjá fólki 75,9 ár, í 2019 var miðal livialdurin í Føroyum 82,6 ár
 
11.05.2021 - 14:55

Livialdurin í Føroyum hækkar støðugt. Nú liva fólk í miðal 6,7 ár longur, enn tey gjørdu fyri 30 árum síðani, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni

Í 1989 var miðal livialdurin hjá fólki 75,9 ár, í 2019 var miðal livialdurin í Føroyum 82,6 ár. Bæði kynini gerast eldri og eldri, men tað eru serliga menn í Føroyum, sum nú liva longur.

Menn gerast 80,4 ár, kvinnur 85,3

Í 1989 var miðal livialdurin hjá monnum í Føroyum 72,5 ár, í 2019 gjørdust teir 80,4 ár, ella 7,9 ár eldri eftir 30 árum.

Sama tíðarskeiðið fór livialdurin hjá kvinnunum í Føroyum úr 79,5 árum upp í 85,3 ár. Altso liva kvinnurnar 5,8 ár longur, enn tær gjørdu fyri 30 árum síðani.

Árligu tølini kunnu tó sveiggja nógv, tí tað búgva lutfalsliga fá fólk í Føroyum, sigur Hagstovan í nýggju uppgerðini yvir livialdurin her á landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457