Tiknir fyri at bróta inn í handil í Runavík

Tiknir fyri at bróta inn í handil í Runavík
Innbrotið varð meldað, og løgreglan fekk fatur á bæði tjóvum og pengum
Onkur varnaðist innbrotið í Runavík, og boðað løgregluni frá
 
14.05.2021 - 09:36

Tveir menn brutu inn í ein handil í Runavík í nátt.

Teir brutu ein rút og fóru avstað við pengunum, sigur løgreglan, sum ikki vil upplýsa, hvør handilin er.

Onkur varnaðist, at menninir fóru avstað við pengunum, og meldaði teir til løgregluna.

Tað var klokkan hálvgum tvey í nátt.

Løgreglan var skjót á staðið og fekk fatur á bæði tjóvunum og pengunum.

Meira vil løgreglan ikki upplýsa fyri útvarpinum í morgun.

Løgreglan kannar nú málið nærri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816