Eingin avgerð tikin um steðgandi virknað

Eingin avgerð tikin um steðgandi virknað
Magn hevur biðið Vinnukærunevndina um at steðga arbeiðinum á Gellingarkletti at seta vindmyllur upp, meðan teirra kæra verður viðgjørd
 
18.05.2021 - 11:29

Vinnukærunevndin hevur ikki enn avgjørt, um kæran hjá Magn um loyvið at seta upp vindmyllur á Gellingarkletti fær steðgandi virknað.

Tað hevur Magn biðið um.

Tann umbønin er í løtuni hjá hinum pørtunum, Umhvørvisstovnuni og Vindrøkt, til viðmerkingar.

Fær kæran steðgandi virknað, noyðist Vindrøkt at gevast við arbeiðinum á Gellingarkletti til kæran er avgjørd.

Viðgera vindmyllurnar av nýggjum
Yvirfriðingarnevndin fer í dag at viðgera vindmyllurnar á Gellingarkletti.

Yvirfriðingarnevndin gav av fyrstan tíð loyvi til myllurnar á Gellingarkletti.

Men tá vóru tær minni enn tær eru vorðnar nú. Og stóru myllurnar vildi Yvirfriðingarnevndin ikki góðtaka. 

Vindrøkt bað nevndina viðgera málið av nýggjum. Og tað fer nevndin at gera í dag.

Hon hevur fingið nýtt tilfar um málið, sigur Henrik Møller, nevndarformaður. 

Hann kann ikki siga, um nøkur avgerð verður tikin í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juli
Morgunlestur leygardagur 27. juli 2024
178384
Fríggjadag 26. juli
Vikuskiftið 26 juli 2024
178531
Fríggjadag 26. juli
Tinganes
178485
Fríggjadag 26. juli
Hvalastøðin við Áir
178484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juli
Veðrið
178526
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247