Fýra mánaðar fyri brot á upphavsrættin

Fýra mánaðar fyri brot á upphavsrættin
Maðurin seldi vardar sjónvarpssendingar uttan at hava fingið loyvi til tað frá teimum, sum eiga rættindini. 
 
18.05.2021 - 13:57

Ein maður í 40-unum er dømdur fýra mánaðar treyðaða fongsulsrevsing fyri at hava brotið upphavsrættin, tá ið hann í níggju mánaðir - í 2015-2016 - veitti leiðbeining til hvussu fólk kundu keypa vardar sjónvarpssendingar uttan at hava fingið loyvi til tað frá teimum, sum eiga rættindini. 

Maður er eisini dømdur 100 tímar í samfelagtænastu, og Kriminalforsorgin skal hava eftirlit við manninum í eitt ár.

Hald er eisini lagt á góðar 170.000 krónur, sum hann hevur forvunnið av tænastuni, og á ymiska tøkniútgerð. 

Dómur varð kunngjørdur fríggjadagin.

Maðurin hevði fyritøkuna Fjarvarp. Meiri enn 300 haldarar høvdu keypt hald frá Fjarvarpinum, har møguleiki var at síggja meira enn 100 rásir fyri 125 krónur um mánaðin.

Dømdi maðurin seldi eisini bíligar móttakarar, og hjálpti í nøkrum føri fólki at seta teir upp.

Viasat og Televarpið meldaðu mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167