Mínlykil fer í søguna 1. juli

Mínlykil fer í søguna 1. juli
Tænastan verður nú partur av Samleikanum
Higartil hava 17.700 føroyingar fingið sær Samleikan
 
20.05.2021 - 11:14

Frá 1. juli í ár ber ikki longur til at rita inn við Mínlykil.

Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin um ein góðan mánað. Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og kann nú brúkast á teimum síðum og tænastum, sum higartil hava brúkt Mínlykil.

Fleiri leggjast aftrat

Harumframt eru fleiri aðrir tænastuveitarar, sum brúka Samleikan sum innritan, og fleiri leggjast aftrat. Seinni í ár fara eisini føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til netbankarnar. Sostatt kanst tú rita inn við Samleikanum til flestu talgildu tænasturnar.

Higartil hava 17.700 føroyingar fingið sær Samleikan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342