Sjey ára fongsul, men dómurin er kærdur

Sjey ára fongsul, men dómurin er kærdur
Dømdi maðurin avgjørdi alt fyri eitt at skjóta bæði revsingina og skuldarspurningin inn fyri landsrættin, og ákæruvaldið fer eisini at kæra dómin
 
21.05.2021 - 14:57

Nevningatingið, sum hevur viðgjørt rættarmálið móti einum 37 ára gomlum manni, ið varð ákærdur fyri drápsroynd, dømdi seinnapartin mannin sjey ára fongsulsrevsing.

Nevningatingið dømdi í gjár mannin sekan í øllum ákærum.

Dømdi maðurin avgjørdi alt fyri eitt at skjóta bæði revsingina og skuldarspurningin inn fyri landsrættin. Verjin helt, at seks ára fongsul var nóg hørð revsing. 

Ákæruvaldið, sum kravdi 10 ára fongsul, fer eisini at kæra dómin til landsrættin. 

Sambært nýggju rættargangslógini, sum kom í gildi 1. januar, ber nú til bæði at kæra revsing og skuldarspurning. Eftir gomlu lógini kundi bara revsingin kærast til landsrættin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129