Smittutrýstið met stórt: 16 nýggir smittutilburðir

bannari
Smittutrýstið met stórt: 16 nýggir smittutilburðir
Upp á seg eru ongantíð staðfestir so nógvir smittutilburðir sum nú
Smittutrýstið í Føroyum hevur ongantíð verið størri enn nú
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2021 - 08:45

16 nýggir smittutilburðir av koronu vórðu staðfestir í Føroyum seinasta samdøgrið, upplýsir landslæknin á heimasíðuni hjá landsstýrinum, corona.fo, í morgun.

Positivprosentið - tað er, hvussu nógvar kanningar av teimum tiknu eru positivar - var í gjár 2,6 prosent. Hetta svarar til, at ein av 38 kanningum er positiv.

Landslæknin: Smittutrýstið stórt í løtuni

Smittutrýstið er stórt í løtuni, tí so nógv smitta hevur ikki verið í Føroyum síðani mars í fjør, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.

Tey smittaðu eru eftir øllum at døma partur av kendari smittuketu. Talan er um bretska slagið av koronusmittuni, B.1.1.7, ið smittar illa.

Í løtuni eru 23 fólk í Føroyum smittað við koronu, tað sum myndugleikarnir vita um. 619 koronukanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur fríggjadagur.
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360