1.000 fólk koppsett í gjár

bannari
1.000 fólk koppsett í gjár
Higartil hava 20.071 hava fingið fyrra prikið, og 9.597 fólk eru liðugt koppsett
Seinnapartin í gjár stóðu fólk í bíðirøð at verða koppsett á Landssjúkrahúsinum
 
25.05.2021 - 09:39

Í gjár vóru 1020 fólk koppsett fyri koronu. 627 fólk fingu fyrra prikið og 393 fólk fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 29.668 føroyingar koppsettir við koppingarevninum Pfizer/BioNTech.

20.071 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.597 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

16-44 ár

Nú fáa fólk í aldrinum 16-44 ár tilboð um koppseting. Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið mikukvøldið 2. juni.

Vegleiðingin um, hvør kann koppsetast, verður víðkað. Tað hevur við sær, at fólk millum 16 og 44 ár fáa tilboð um koppseting.

Ung eru í øktum vanda fyri at verða smittað við Covid-19 og harvið smitta onnur. Nú fáa tey møguleika fyri at verða koppsett fyrr enn ætlað.

Eftir upprunaligu koppingarætlanini var aldursbólkurin 16-24 ár tann seinasti, sum fekk tilboð um koppseting, men nú er avgjørt, at øll millum 16 og 44 ár skulu hava møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Fólk 45 ár og eldri, sum ikki enn hava latið seg koppseta, hava sjálvandi eisini møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Koppseta aftur í næstu viku

Næsta koppsetingarumfarið verður miðskeiðis i næstu viku. Nýggj sending við koppingarevni kemur til Føroya mikukvøldið 2. juni, og hósdagin 3. juni verður koppsetingin tikin uppaftur.

Sjúkrahúsverkið boðar frá, at væntandi fyrst í næstu viku kunnu fólk bíleggja sær tíð til koppseting.

Heitt verður á fólk um ikki at fara at inn á skipanina at bóka tíðir, fyrr enn latið verður upp aftur fyri hesum, tí tað kann elva til órógv á skipanina. Sjúkrahúsverkið lýsir í miðlunum, tá skipanin er opin aftur til at bíleggja koppsetingartíð, upplýsir koppsetingarbólkurin.

Nógvu smttutilburðir seinastu dagarnar hava havt við sær, at nógv fólk eru farin at kanna seg fyri koronu. Henda myndin varð tikin uttan fyri kanningarstovuna hjá Thetis í Havn í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984