Nógv fleiri gistingar í ár

Nógv fleiri gistingar í ár
64 prosent teirra, sum svóvu í føroysku gistingarhúsnum í apríl í ár, eru føroyingar
Sambært tølum frá Hagstovuni vóru 12.637 gistingar í apríl í ár. Tær vóru 1384 í apríl í fjør. Myndin er av Hotel Djurhuus
 
26.05.2021 - 09:38

Gistingarhúsini í Føroyum hava nógv fleiri gistingar nú enn fyri einum ári síðani.

Sambært tølum frá Hagstovuni vóru 12.637 gistingar í apríl í ár.

Tær vóru 1384 í apríl í fjør.

Í apríl 2019, áðrenn korona kom, vóru 14.238 gistingar, 1600 fleiri enn í ár.

Í hesum árinum er talið vaksið nógv hvønn mánað. Tað var 5.539 í januar.

64 prosent teirra, sum svóvu í føroysku gistingarhúsnum í apríl í ár, eru føroyingar.

24,6 prosent eru úr Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454