Pedagogfelagið sent arbeiðsgevarunum uppskot

Pedagogfelagið sent arbeiðsgevarunum uppskot
Uppskotið tekur støði í menniskjaligum haldføri, sum Jógvan Philbrow, formaður, málber seg
Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag
 
27.05.2021 - 16:13

Føroya Pedagogfelag hevur sent Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum eitt semingsuppskot. 

- Vit vænta, at arbeiðsgevararnir kunnu góðtaka hetta, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sum tók stig til uppskotið, tá tað týsdagin frættist, at  allir partar bíðaðu hvør eftir øðrum. 

Uppskotið hjá Pedagogfelagnum tekur støði í menniskjaligum haldføri, sum formaðurin málber seg.

Byggir á semingsuppskotið

Jógvan Philbrow væntar, at mótparturin fer at góðtaka semingsuppskotið, tí tað byggir á semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar fríggjadagin. 

Arbeiðsgevararnir góðtóku semingsuppskotið, men Pedagogfelagið vrakaði tað.

Pedagogfelagið væntar at fáa svar frá KAF og Lønardeildini í morgin. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444