Neyðtøkumál í rættinum í dag

Neyðtøkumál í rættinum í dag
Ákærdi maðurin noktar seg sekan
Ein ungur maður er ákærdur fyri nøkur revsilógarbrot, sum skulu vera framd á Tvøroyri í februar, mars og í apríl
 
31.05.2021 - 10:05

Føroya rættur viðger í dag eitt revsimál um millum annað neyðtøku og samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár.

Ein ungur maður er ákærdur fyri nøkur revsilógarbrot, sum skulu vera framd á Tvøroyri í februar, mars og í apríl.

Hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina gentu, sum er yngri enn 15 ár.

Hann er eisini ákærdur fyri annað kynsligt samband við hana enn samlegu.

Maðurin er ákærdur fyri annað kynsligt samband við eina aðra kvinnu og fyri blygdanarskemd, tí hann skal hava víst fyri sær og gjørt seg inn á eina triðju kvinnu.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 11.apríl.

Hann noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672