Sáttmálatrætan verður neyvan loyst í bræði

Sáttmálatrætan verður neyvan loyst í bræði
Ongin loysn tykist vera fyri framman í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
 
07.06.2021 - 12:08

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum sigur í stuttari viðmerking í morgun, at tað er avbera friðarligt og ongar samráðingar eru fyri framman. 

Umleið 100 námsfrøðingar, sum starvast í skúlum, forskúlum og í skúlanum á Trøðni, fóru í verkfall í 24 tímar, kl. 7 í morgun. 

Men Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava boðað frá, at tey sum eru í verkfalli, sleppa ikki aftur til arbeiðis fyrr enn nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Tí arbeiðsgevararnir hava lýst verkbann og tað verður galdandi so leingi, nýggjur sáttmáli ikki er gjørdur.

Jógvan Philbrow sigur, at tey ikki hava tikið støðu til um verkfallið verður víðkað, men at tey umrøða støðuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334