Eingin vil vera kommunulækni

Eingin vil vera kommunulækni
Størvini, sum eru í fýra læknadømum, verða tí framvegis mannað við avloysarum
Eingin søkti um tey seks kommunulæknastørvini, sum vórðu lýst leys í vár
 
08.06.2021 - 09:34

Eingin søkti um tey seks kommunulæknastørvini, sum vórðu lýst leys í vár.

Størvini, sum eru í fýra læknadømum, verða tí framvegis mannað við avloysarum.

Talan er um Norðoya læknadømi, Suðuroyar læknadømi, Skálafjarðar læknadømi og Vestmanna læknadømi.

Heilsutrygd arbeiðir við einari ætlan um tríggjar kommunulæknaviðtalur afturat teimum 34, sum nú eru, einari í Havn, einari í Klaksvík og einari í Fuglafjarðar læknadømi.

Heilsumálaráðið er biðið um pengar til tær, og avvarðandi kommunurnar hava fingið fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852