Tveir tilburðir í gjár

bannari
Tveir tilburðir í gjár
Í løtuni eru 39 fólk smittað, og 238 eru í sóttarhaldi
1013 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár
 
10.06.2021 - 10:41

Tveir smittutilburðir vóru í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Báðir tilburðir eru frá kendum smittukeldum.

Úrslitið byggir á 1013 kanningar, sum vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.

Trý fólk eru vorðin frísk seinasta samdøgrið.

39 fólk eru smittað í løtuni, og 238 eru í sóttarhaldi.

898 koppsett í gjár

Koppsett bleiv eisini fyri koronu í gjár, og 896 fólk vórðu koppsett. 

725 fólk fingu fyrra prikið, og 171 fólk fingu seinna prikið.

Sostatt hava 23.867 fólk nú fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 44,8% av fólkatalinum. 

14.375 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 27% av fólkatalinum. Tey eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810