Tveir tilburðir í gjár

Tveir tilburðir í gjár
Í løtuni eru 15 fólk smittað, og 39 eru í sóttarhaldi
721 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.
 
18.06.2021 - 11:12

Tveir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Báðir tilburðirnir hava samband við hvør annan, men tað er ikki greitt, hvør smittukeldan er. 

721 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og nú eru tilsamans gjørdar 296.144 kanningar.

Í løtuni eru 15 persónar smittaðir við koronu. 39 fólk eru í sóttarhaldi.

987 koppsett í gjár

Í gjár vórðu 987 fólk koppsett. 62 fólk fingu fyrra prikið, og 925 fingu seinna prikið.

Nú hava 25.856 fólk fingið fyrru koppsetingina. 15.617 fólk hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans eru umleið 41.500 kopppsetingar gjørdar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129