Fleiri dreingir enn gentur til fosturs í fjør

Fleiri dreingir enn gentur til fosturs í fjør
Dreingir hava størri tørv á fosturfamiljum enn gentur. Tað vísa tøl hjá Barnaverndarstovuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.06.2021 - 08:12

89 børn vóru til fosturs í Føroyum við árslok 2020, tvey fleiri enn í 2019. 

Um ársskiftið vóru 94 góðkendar fosturfamiljur í Føroyum. 23 teirra vóru í familju við barnið, tey høvdu til fosturs.

21 vóru í umhvørvinum hjá barninum.

 

50 dreingir, 39 gentur

Fleiri dreingir enn gentur vóru til fosturs. Dreingirnir vóru 50 og genturnar 39.

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni fyri 2020.  

58 børn høvdu umlættingarforeldur í fjør, eitt fleiri enn árið fyri.

Her vóru genturnar fleiri,33, og 25 dreingir vóru. 

Ætlanin við umlætting er at geva børnum og foreldrum nýggja orku. 

 

Næstrafólk sum fosturfamilja

Eitt fosturheim er sambært barnaverndarlógini eitt heim, har fosturforeldur hava umsorgan fyri einum barni í styttri ella longri tíð, tá barnið verður sett heiman.

Havast skal í huga, um næstrafólk hjá barninum kunnu góðkennast sum fosturfamilja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV